TYR

TYR - Stýrisvolurin lyrics

rate me

Og hvør ið enn klettum ræður ei á vindi vá

Teir hildu um stýrisvøl tá ódnin legði á

"Legg upp í lotið," rópti ein og samdir teir

hála á stýrisvøl, men alt til fánýtis

Leiðin er løgd, í gróti er høgd,

og eru vit nøgd tá søgnin er søgd

Og skriður tín knørrur fram tað sama hvat tú vil

Teir bardust um stýrisvøl men einki róður til

Og enn vit halda stýrisvøl eins og vit

halda vit eru fræls, trælborin óspurd so

Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll

í oyðini høll, um fjarbláu fjøll

Tiltuskað av landnyrðings ódn, og vindurin

leikar í Miðgarði mól

Til Ásgarðs har Askurin stóð, sum træðrirnir

lívsins í lotinum har blaktraðu tá

Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll

í oyðini høll, um fjarbláu fjøll

og fløtur, vitandi hvat mál vit megna livandi

Og feigdin dregur liðandi, vit vála henni

Tigandi á ting

Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll

í oyðini høll, um fjarbláu fjøll

Væl vitandi langnunnar leið, men gott er

tað treystið at val er í vón

Óteljandi leiðirnar tær, men ilt er tað

treystið at valið er gjørt, leiðin bert ein

Leiðin er løgd, í gróti er høgd

og eru vit nøgd tá søgnin er søgd

Get this song at:  amazon.com  sheetmusicplus.com

Share your thoughts

0 Comments found