TYR

TYR - Ólavur Riddararós lyrics

rate me

“Hvørt skal tú riða, Ólavur mín

á lofti hongur brynja tín

Tú fer ikki at veiða tað hind

men tú fer til tína leikalind

Hvit er skjúrtan, væl er hon tvigin

í blóði verður hon av tær drigin”

Ólavur snúðist síni móður frá

“Gud gevi ikki ganga sum mær er spáad”

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv

dansið lystilig

Ólavur ríður eftir bjørgunum fram

-kol og smiður við

fann hann upp á eitt álvarann

Út kom eitt tað álvafljóð

flættað hár á herðar dró

“Ver vælkomin Ólavur Riddararós

tú gakk í dans og kvøð fyri oss”

“Tú tarvt ikki flætta títt hár fyri meg

eg eri ikki komin at biðja teg

Eg kann ikki meira hjá álvum vera

í morgin lati eg mítt brúdleyp gera”

“Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá

ella vilt tú í morgin til moldar gá”

Hon skonti honum í drykkjuhorn

har fór í tað eiturkorn

Ólavur studdist við saðilboga

-kol og smiður við

hann kysti tá moy av lítlum huga

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv

dansið lystilig

Get this song at:  amazon.com  sheetmusicplus.com

Share your thoughts

0 Comments found