TYR

TYR - Ormurin Langi lyrics

rate me

Viljið tær hoyra kvæði mítt,

viljið tær orðum trúgva,

um hann Ólav Trygvason,

hagar skal ríman snúgva.

Glymur dansur í høll,

Dans sláið ring

Glaðir ríða noregis menn

til Hildar ting.

Knørrur varð gjørdur á Noregis landi,

gott var í honum evni;

sjúti alin og fýra til

var kjølurin millum stevna.

Har kom maður á bergið oman

við sterkum boga í hendi:

"Jallurin av Ringaríki

hann meg higar sendi"

"Einar skalt tú nevna meg

væl kann boga spenna

Tambar eitur mín menski bogi,

ørvar drívur at renna"

"Hoyr tú tað, tú ungi maður

vilt tú við mær fara,

tú skalt verða mín ørvargarpur

Ormin at forsvara"

Gingu teir til strandar oman

ríkir menn og reystir

lunnar brustu og jørðin skalv

teir drógu knørr úr neysti

Einar spenti triðja sinni

Ætlar jall at raka

tá brast strongur av stáli stinna

í boganum tók at braka

Allir hoyrdu strongin springa

kongurin seg undrar

hvat er tað á mínum skipi

so ógvuliga dundrar

Svaraði Einar Tambarskelvir

kastar boga sín

Nú brast Noregi úr tínum hondum

kongurin harri mín

Nú skal lætta ljóðið av

eg kvøði ei longur á sinni

nú skal taka upp annan tátt

dreingir leggi í minnið

Get this song at:  amazon.com  sheetmusicplus.com

Share your thoughts

0 Comments found